Kvøldskúlin í Sunda kommunu 0

511-6 Koyrikort til prutl - Hugo Kristiansen

Hugo Christiansen

Dreingir og gentur - skulu verða minst 14 ár og 9 mðr tá skeiðið byrjar. 

Næmingurin skal hava eitt lógligt prutl við til koyriundirvísingina. Loyvi at koyra millum heim og koyriundirvísingarstað, í undirvísingartíðarskeiðinum, verður givið.

Møguleiki er eisini at leiga prutl frá lærarnum.

Endalig ástøðisroynd og verklig roynd verður á akstovuni.

Byrja verður 23. septembur kl 18.00

Í gjaldinum er teorifrálæra, koyrifrálæra, teoribók, gjald til akstovuna fyri ástøðis og verkliguroyndirnar.

Afturat gjaldinum kemur eitt 1.hjálparaskeið á 500 kr.

*um skeiðið er útselt ber til at skriva til sunda@sunda.fo og biðja um at koma á bíðilista

kr. 2.000,00