511-31-1 Leir - Týskvøld frá 22 septembur
Ria Bøgesvang og Karina I. Joensen
Týskvøld kl.18.30 til 22.00
Byrja verður 22. september og endar 15.desember
16. ára aldursmark
Garnhúsið á Oyri
Á skeiðnum leggja vit okkum eftir at læra tríggjar grund-teknikkir fyri at forma leir við hond. Skeiðið er skipað á tann hátt, at tað er pláss fyri "fríum spæli" tær síðstu vikurnar. Her kunnu luttakarnir sleppa at royna seg við tí tey hava lært.
Skeiðið er serliga ætlað óroyndum, og teimum, ið hava brúk fyri einari uppfrískan, men øll áhugaði eru vælkomin.
*um skeiðið er útselt ber til at skriva til sunda@sunda.fo og biðja um at koma á bíðilista