511-60 Koyrikort til prutl
Hugo Christiansen
Dreingir og gentir - skulu vera minst 14 ár og 10 mánaðir.
Næmingurin skal hava lógligt prutl við til koyriundirvísingina.
Loyvi at koyra millum heim og undirvísingarstað, í undirvísingartíðarskeiðnum, verður givið.
Endalig ástøðisroynd og verklig roynd verður á akstovuni.
Byrja verður 17. september kl 18.00
Fastar tíðir verða avtalaðar við undirvísaran fyrsta dagin. Fyrsti dagur er teori.
Í gjaldinum er teorifrálæra, koyrifrálæra, teoribók, gjald til akstovuna fyri ástøðis og verkliguroyndirnar.
Afturat gjaldinum kemur eitt 1.hjálparaskeið á 500 kr.
*um skeiðið er útselt ber til at skriva til sunda@sunda.fo og biðja um at koma á bíðilista